Byrta p MmuOohu4RU4 83o0a62siey Ee PV2a6 odd
Byrta er ein føroyskur elektro pop tónleikabólkur, sum Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen stovnaðu í 2013. Innihaldsyvirlit 1 Søga 2 Tónleikaútgávur 3 Heiður 4 Keldur 5 Slóðir úteftir Søga [ rætta | rætta wikitekst ] Samstarvið millum Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen byrjaði í 2011, meðan bæði búðu í Íslandi, Janus hevði búð har í fleiri ár, meðan Guðrið nýliga var flutt til Reykjavíkar at búgva. Janus er best kendur í Íslandi sum ein av limunum í tónleikabólkinum Bloodgroup. Guðrið plagdi fyrr at skrivað alt á enskum, men meðan hon búði í Íslandi fór hon í holt við at skriva á føroyskum. Hon helt tó ikki at hetta nýggja tilfarið riggaði til hennara soloverkætlan, so tá hon møtti Janus, spurdi hon hann, um hann var áhugaður í einum samstarvi, og tað var hann. Í mai 2013 góvu tey út eina fløgu við 10 løgum, fløgan nevnist Byrta og varð útgivin av plátufelagnum Tutl. [1] Eitt staklag av fløguni var útgivið í februar 2013 á alnótini, tað er lagið Loyndar...